Nú?! Sokallað stand-up skemt í Kolshøll
2. desember 2024
Jákup Dahl royndi seg fyri nøkrum árum síðani við einrøðuleikinum “Verjurøða Holubúgvans”. Leikurin snúði seg serliga um, hví menn og kvinnur eru so ymisk.
Nú hevur Jákup skrivað egið tilfar til eina sokallaða stand-up sýning, sum hann fer at ferðast kring Føroyar við.
24 januar klokkan 20:00 gongur leiðin í Kolshøll, har Jákup í ein góðan tíma fer at speireka um støður úr egnum lívi og eisini um alt tað løgna, sum hendir, tá føroyingar hittast.