Nýggja fimmannafarið hjá Eiðis róðrarfelag
Skrivað hevur Martin Kristoffur Kristiansen.
Heilt fitt av fólki vóru savnaði á keiini á Eiði til søguligu løtuna, tá nýggi báturin hjá Eiðis róðrarfelag varð flotaður fyri fyrstu ferð. Eisini varð báturin doyptur, og navnið gjørdist Kellingin. Tað verða genturnar hjá Eiðis róðrarfelag, sum koma at rógva við nýggja fimmmannafarinum.
Klokkan var um 19:00 tíðina hóskvøldið 11. Mai, tá ein fólkamongd savnaðist við bátadráttin á Eiði. Prátið gekk millum fólkamongdina. Hvør mundi hava bygt bátin og hvussu fór at gangast manningini vóru høvuðsevnini hesa løtuna. Eftir at báturin varð doyptur, segði Jógvan Olivur Kallsoy nøkur orð um bátin. Eftir hetta varð báturin flotaður og hátíðardámur legði seg yvir fjøldina. Sambært róðrarfelagnum, er hetta fyrsta nýbygging síðani 1987, og tað sást á fjøldini, at tey gjørdust sera errin. Vónandi fer at gangast væl hjá Eiðis róðrarfelag framyvir.