Nýggjar bátabrúgvar á Eiði
29. november 2018
Eiðis kommuna hevur samtykt at skifta allar armarnar á uttaru flótibrúnni á Eiði. Talan er um eina íløgu ið kostar áleið 700.000,00.
Arbeiðið at leggja nýggju armarnar út, byrjar væntandi fyrru helvt av komandi ár.
Bátabrúgvarnar á Eiði hava ligið, áleið sum tær liggja í dag, síðani 1984. Talan er tíksil um eina íløgu ið kemur í tøkum tíma.
Tað eru tey 25 bátaplássini á tí uttara arminum ið verða skift.
Bygdaráðið samtykti at gera arbeiðið á bygdaráðsfundi 28.11.2018
Myndina eigur Kristin K. Hammer