
Nýggjur brannbilur til Eiðis sløkkilið
Skrivað hevur Martin Kristoffur Kristiansen.
Kalt var í veðrinum hósdagin 5. mars, tá ið eiðisfólk vóru savnaði saman Uppi á Grind, í samband við at Eiðis sløkkilið hevur fingið nýggjan sløkkiliðsbil og nýtt búmerki. Tove Kruse Samuelsen, varaborgarstjóri setti tiltakið og segði fjøldini frá skránni.
Síðani flutti Jógvan í Skorini, borgarstjóri fram røðu. Í røðu sínari vísti hann m.a. á týdningin av sjálvbodna arbeiðinum hjá brannmonunum. At teir gera tað ikki fyri peningaligan vinning, men tí teir ynskja at gera tað rætta.
Eftir røðuna handaði borgarstjórin lykilin til Asbjørn Østerø, formann sløkkiliðsins. Asbjørn Østerø segði eisini nøkur orð, har hann takkaði fyri nýggja bilin, og vísti á at gamli bilurin nú er 24 ára gamal. Talan er um fyrsta brannbilin á Eiði, ið var stórt framstig tá, men nú hevur tann bilurin so tænt fyri seg. Hann rósti brannmonnunum og helt fyri, at teir kanska høvdu hug at goyma seg burtur til slík hátíðarhald, men tá ið á stendur, kann ein líta á teir. Umframt handan av bilinum, varð eisini nýtt búmerki fyri sløkkiliðið kunngjørt.

Nýggja búmerki er sniðgivið av eiðismanninum Robert Gutke.
Til tiltakið varð bjóða kaffi og kaka og Eiðis ljómfelag spældi undir.

