Nýggjur leiðari er settur í Korndalsgarði.
Nýggjur leiðari er settur í Korndalsgarði.
Talan er um Hildur Kruse Sørensen.
Hildur er 37 ár, uppvaksin og búsitandi á Eiði. Hon hevur lokið prógv sum námsfrøðingur í 2016 við sergrein innan námsfrøðiliga leiðslu og fyrisiting. Hildur hevur fjøllbroyttar starvsroyndir, sum heilt víst koma at verða Korndalsgarði til gagns.
Setanarbólkurin hevði setanarsamrøðu 10.07.2019 og setanaravtala varð undirskrivað sama kvøld. Annars vóru tvær umsóknir til starvið.
Hildur byrjar í starvinum 1.august, men tilgongdin til tíðina eftir summarfrítíðina er longu byrjað. Í komandi viku er ætlanin, í samráði við Hildur, at søkja eftir fólki til stovnin. Arbeitt verður somuleiðis, í samráði við Hildur, við at fáa skipað frítíðarskúlan í øðrum hølum eftir summarfrítíðina.
Vit vóna, at øll taka væl í móti nýggja leiðaranum.