Nýggjur leiðari í Korndalsgarði
12. mai 2021
Kristina T. Larsen verður nýggjur leiðari í Korndalsgarði. Kristina er búsitandi í Fuglafirði og er 55 ára gomul.
Kristina hevur drúgvar royndir innan bæði tað námsfrøðiliga økið, fyrisiting, roknskap og leiðslu.
Kristina byrjar í starvinum 1. juli.
Vit ynskja Kristinu bestu eydnu í starvinum og vóna at øll taka væl í móti nýggja leiðaranum.