Ókeypis koppseting móti influensu

Fríggjadagin  08. november frá kl 13.00 til kl 16.00 verður møguligt at koppseta seg móti influensu í læknavitaluni við Norðskála

Ikki er neyðugt at bíleggja tíð.

 

Mælt verður til, at fólk, ið hava fylt 67 ár, fólk við varandi sjúku ella, sum av øðrum orsøkum eru í vanda fyri at gerast sjúk av influensu, lata seg koppseta fyri influensu.

Hoyrir tú til ein av bólkunum niðanfyri, set teg í samband við tín egna lækna og spyr, um tú eigur at koppsetast:

Niðursett lungnavirkni
Astma
Hjarta- og æðrasjúku
Diabetes
Skert mótstøðuføri
Livur- og nýrasvignan
Ovurfiti (vegleiðandi BMI omanfyri 40)
Barnakonur frá 13. Barnsburðarviku
Húsfólk hjá sjúkum við nógv skerdum mótstøðuføri
Aðrar varandi sjúkur, har meting frá læknanum er, at influensa hevur við sær álvarsligan heilsuvanda.

Koppseting verjir tey flestu

Koppsetingin fyri influensu verjir tey flestu, men ikki øll. Til ber at fáa influensu, hóast tú ert koppsett/ur, men sjúkugongdin verður oftast mildari.

Góð ráð

Influensa smittar gjøgnum smáar dropar frá hosta, njósa o.t. Sjúkan spjaðir seg, um tú andar inn droparnar og síðan nemur við eygu, nøs ella munn.

Hosta og njósa í einnýtis lummaturriklæði, og hav tey í einum afturlatnum posa, til tey verða burturbeind. Ella hosta og njósa í ermuna – ikki í lógvarnar.

Vaska tær væl um hendurnar.

Ver heima, um tú ert sjúk/ur – til tú hevur verið fepurfrí/ur í eitt samdøgur.

Heilsutrygd og Landslæknin