
Ommu og abbadagur í Korndalsgarði
28. mai 2025
Orð og myndir: Martin Kristoffur Kristiansen.
28. mai varð skipa fyri ommu og abbadegi í Korndalsgarði. Í eina tíð hava børnini arbeitt við eini verkætlan undir heitinum “Náttúra og umhvørvið – Barnið sum ein partur av náttúruni”.
Hæddarpunktið av verkætlanini og framsýningini var helst stóra jørðin, ið børnini gjørdu úr høsnaneti. Hendan jørðin er fylt upp við ruski, ið tey hava savna runt í bygdini. Umframt hetta hava tey Stovurnar høvdu eisini framsýningar hvør sær.
Við verkætlanini hava børnini arbeitt við og eru kunnaði um ymisk evni. Millum annað:
Náttúru og umhvørvi, heilsu og rørslu og siðir og mentan. Eisini hava tey lært at taka ábyrgd.