
Orkukvøld í Kolshøll
1. september 2025
Kom á orkukvøld í Kollshøll nú hóskvøldið kl. 20:00, har Effo, Føroya Banki og Umhvørvisstovan greiða frá, hvussu og hví ein grøn hitaskipan kundi verið nakað fyri teg. Melda til her.
Skráin er hendan:
- Vælkomin / Effo bjóðar vælkomin
- Umhvørvisstovan / Kári Mortensen um umhvørvi og afturbering
- Frá oljufýr til hitapumpu / Effo um hvussu tú kanst skifta til hitapumpu
- Fígging / Føroya Banki um tínar lánimøguleikar
- Spurningar & svar / Effo, Føroyabanki og Umhvørvisstovan svara
- Prát & kaffi / Tosa við ein ráðgeva