
Óvanliga góð uppmøting
15. apríl 2026
Síðani sitandi bygdaráð í Eiðis kommunu tók við í januar 2025, hava allir valdu bygdaráðslimirnir møtt til allar bygdaráðsfundirnar.
Bygdaráðið hevur havt 15 bygdaráðsfundir hetta tíðarskeiðið, og nógv mál hava verið á skránni.
Tað at allir bygdaráðslimir møta er ógvuliga gott, hetta vísir at tey fólkavaldu leggja tíð og orku í arbeiðið sum bygdaráðslimir, og taka uppgávuna í størsta álvara, sigur borgarstjórin.
Sjálvsagt kunnu ávís, ógvuliga legitim, viðurskiftir gera at onkur ikki fær møtt, men hetta hevur so ikki gjørt seg galdandi í hesi setuni fyribils.
Í Eiðis kommunu búgva 771 borgarar.
Tað sita sjey bygdaráðslimir í Eiðis bygdaráð.

