Oyggjaleikaskjúttarnir av Eiði
Skrivað hevur Martin Kristoffur Kristiansen.
(Myndinar eigur Sunda Byrsufelag)
Undir vanligum umstøðum eru oyggjaleikir á skránni annað hvørt ár, men sum teimum flestu kunnugt, legði ein heimsfarsótt alt slíkt virksemi lamið í nøkur ár.
Seinast leikirnir vóru á skránni, var summarið 2019. Tá lógu Føroyar á einum samlaðum 3. plássi í heiðursmerkjum. Talan var um 60 heiðursmerkir tilsamans.
Føroyar gera um seg í fleiri ítróttagreinum og liggja javnan ovarlaga á samlaða listanum yvir heiðursmerki.
2023 er oyggjaleikaár og leikirnir ganga fyri seg á oynni Guernsey. Tað eru 20 ár síðani leikirnir seinast vóru hildnir á hesi sjarmerandi oynni í Ermarsundi.
Millum føroysku íðkararnar teljast tveir ungir eiðismenn, ið luttaka í skotklingruskjóting, tað sum eisini verður rópt skeetskjóting.
Talan er um brøðurnar Tórur og Jóhann Fløtt. Eldri bróðurin, Tórur, hevur áður gjørt um seg í oyggjaleikasambandi. Í 2017 og 2019 var hann við í liðkappingini í skeetskjóting, har hann ikki gjørdi mætari enn at vinna gull bæði árini. Hetta gjørdi hann saman við Mariusi Fríðálvi Joensen. Í 2017 vann Tórur eisini bronsu í einstaklingakappingini.
Í ár hevur Tórur fingið nýggjan partamann, sum altso er yngri bróðirin Jóhann. Hetta er fyrstu ferð, at Jóhann luttekur á oyggjaleikum, og teir báðir hava tryggjað sær bronsu heiðursmerki í liðkappingini í skotklingruskjóting.
Heiðursmerkjahandan (Liðkapping)
Dagin eftir liðkappingina, sum var 10. juli, var einstaklingakappingin á skránni. Her tryggjaðu brøðurnir sær pláss í finaluni, har endaliga støðan gjørdist tann, at Tórur vann sær silvur og Jóhann vann bronsu. Alt í alt eitt óført avrik av dugnaligu eiðismonnunum.