
Poting í Sundalagnum
Fyri at lætta um hjá borgarunum í kommununi, ið onkursvegna eru raktir av korona, fer Eiðis kommuna í samstarvi við Sunda kommunu og Landssjúkrahúsið at skipa eina potistøð í Eydnuni á Oyrarbakka næstu vikurnar.
Smittustøðan í landinum ger, at alsamt fleiri fólk hava tørv á at verða potaði, og trýsti á kanningarstøðini í Havn og í Klaksvík er so mikið stórt, at trupult er at fáa tíð til kanning. Hetta hevur stóra ávirkan á fleiri familjur, arbeiðspláss, skúlar og stovnar á Eiði og lokal økinum annars. Tí hava borgarstjórarnir í báðum kommununum, heitt á Landssjúkrahúsið um at geva kommununi loyvi at upprætta eina potistøð í Sundalagnum, í eitt tíðarskeið.
Landssjúkrahúsið hevur játtað og fer Eiðis kommuna, saman við Sunda kommunu, at skipa fyri poting í Eydnuni á Oyrarbakka hvønn týsdag og hósdag, í tríggjar vikur fram. Byrjað verður týsdagin 25. januar.
Kommunurnar skipa kanningartoymið og taka sær at tí praktiska, meðan Landssjúkrahúsið letur kanningarútgerð og greinar royndirnar.
Kanningarnar eru ókeypis, men neyðugt er at bíleggja tíð á www.korona.fo. Latið verður upp fyri bíleggingum so skjótt tað tøkniliga er klárt.