Rógvi Egilstoft: Takk fyri meg
Rógvi Egilstoft skrivar:
Eg fari við hesum at takka fyri meg, sum borgarstjóri í Eiðis kommunu.
Tað var ein stórur heiður at gerast yngsti borgarstjóri í landinum fyri eina av bestu kommunu í landinum. Í okkara hugaheimi bestu kommunu í landinum. Tað hevur verið ein spennandi og lærurík tíð, sum eg eri sera glaður og takksamur fyri.
Eftir at hava verið í barsil í eina tíð, havi eg hugsað nógv um, hvussu eg skal gera síðsta hálvtannað árið av borgarstjórasetanini. Privat viðurskifti gera, at eg verði nógv uttanlands hesa tíðina. Hetta, og onnur viðskifti gera, at eg ikki klári at røkja starvið, so væl, sum starvið hevur uppiborið.
Persónliga haldi eg, at vit alt ov ofta síggja, at politikkarar halda sínar sessir, sjálvt um tað var best, at teir takkaðu fyri seg. Onkur vil sikkurt siga, at tað er respektleyst at siga ein tílíkan umráðandi sess frá sær, sum tað er at verða borgarstjóri í Eiðis kommunu. Eg haldi, at tað er meira respektleyst at sita í sessinum, tá ein metir, at ein ikki fær røkt hann til fulnar.
Tað hevur verið ein heiður at hava verið borgarstjóri fyri Eiðis kommunu. Onkrar avgerðir hava verið rættar, aðrar hava verið minni rættar, men eg havi til eina og hvørja tíð gjørt mítt allarbesta, kommununi og borgarunum at frama.
Eg fari at takka tykkum øllum, sum á ein ella annan hátt hava hjálpt mær í borgarstjórastarvinum. Takk til tykkum veljarar og bygdaráðið, sum góvu mær møguleikan at gerast borgarstjóri. Takk til tykkum, sum hava givið góð ráð, og sum hava hjálpt til, tá tað hevur staðið á. Takk til tykkum øll, sum gera tað liviligt og skapa góðan trivna í kommununi. Tað er einki at ivast í, at fólki, sum her býr, hevur skapt eina av bestu kommunum í landinum.
Til endans skal eg takka tykkum, sum standa mær nærmast. Uttan tykkara hjálp og tolsemi, hevði tað als ikki borið til.
Eiðis kommuna takkar Rógva Egilstoft fyri tíðina og ynskir honum blíðan byr framyvir.