Røktarstarvsfólk til Heimatænatuna í VEKS
Hesi størv eru leys at søkja til Heimatænastuna í VEKS
Søkt verður eftir heilsuhjálparum og- ella ófaklærdum hjálparfólkum
Starvsbrøkur eftir avtalu; byrjanardagur eftir nærri avtalu.
Førleikar / krøv
Vit sóknast eftir fólki sum m.a. hava:
• viðkomandi útbúgving og/ella hava áhuga fyri at virka- og menna eldraøkið.
• jaligan hugburð til virksemið og sosiala umhvørvið í síni heild, í tøttum samstarvi við
leiðarar, fakbólkar, starvsfólkahóp og einstaka borgaran.
• telduførleika á brúkarastøði.
• koyrikort til persónbil.
Vit bjóða
• fjølbroytt størv.
• jaligt og vinarligt arbeiðsumhvørvi.
• skipaða innleiðslu.
Setanar- og lønarviðurskifti
Setanarstaðið er Heimatænastan í VEKS.
Arbeitt verður í skiftandi vaktum.
Størvini verða sett sambært sáttmála hjá avvarðandi fakfelag.
Umsóknir
Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, lívsrensli (CV), viðmælum v.m. skal sendast til
veks@veks.fo ella til: Heimastænastan í VEKS, Bakkavegur 59, 350 Vestmanna.
Freist
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi
fríggjadagin 23. desembur 2022, kl. 12:00.
Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til:
• Anniku Torbjarnardóttir, eindarleiðara, telefon 793251.
• Helfrid Poulsen, eindarleiðara, telefon 793259
Upplýsingar um VEKS og virksemi okkara, eru á heimasíðuni www.veks.fo