Rox í Hólmanum

Mikudagin var Hólmin karmur um eina væl frágingna framførsla hjá Signari í Homrum, við bólki sínum Rox. Konsertin var ein av fleiri hjá bólkinum, sum var á konsertferð kring Sundalagi og Eiði.

Í góðveðrinum rungaðu fleiri kendir sangir hjá bólkinum og fitt av fólki møttu til konsertina. Leystliga mett vóru áleið 60 áhoyrarar, ið tyktust njóta hvønn ein tóna úr hátalarunum.

Signar í Homrum segði í samrøðu við KVF, at hann og bólkurin vóru spentir uppá framførslurnar og at sleppa aftur á pall.

Umframt Signar í Homrum eru limirnir í bólkinum Rox hesir:

John Johansen, Magni Husgard, James Olsen og Høgni Fagraberg.

 

Martin Kristoffur Kristiansen.

Myndasavn