Ruddingardagar 2018
Árligu ruddingardagarnir í Eiðis kommunu verða frá 29. mai til leygardagin 02. juni.
Heitt verður á allar borgarar um at rudda og fríðka um í sínum nærumhvørvi.
LEYGARDAGIN 02. JUNI
Ókeypis felagsmorgunmatur kl. 10.00 í høllini
Húskini fáa plantupakkar heim við.
Síðan verður farið at rudda, tit eru vælkomin at rudda í felag t.v.s. at fólkið uppi í Kolli samlast at rudda uppi í Kolli, og fólkið á Flatabø samlast at rudda á Flatabø.
GRILLING Í MÚLAVÍK
Ruddingarvikan endar leygardagin 02.juni kl 19:00 við hugnaligar sangløtu í Múlavík.
Bygdaráðslimir grilla til øll. Sunkist verður eisini at fáa. (tiltakið og matur eru ókeypis).
Um tørvur er á tí, eru amboð til taks og fáast við at venda sær til Petur Páll tlf 740440.
Ruskposar útvegast á kommunuskrivstovuni á Eiði.
Bingjuplássið hevur opið soleiðis á ruddingardøgunum:
Týsdag: 14:00 – 16:00
Mikudag: 14:00 – 16:00
Hósdag: 14:00 – 16:00
Fríggjadag: 14:00 – 16:00
Leygardag: 10:00 – 18:00
(Sambært galdandi reglum, skal ruskið skiljast í tað, ið kann brennast og so annað burturkast)
Vegna Trivnaðarnevndina í Eiðis kommunu.
Ingun, Konrad og Hans Jákup