Ruddingardagur 2025

Afturvendandi ruddingardagurin verður í ár 20. mai. Byrjað verður í Hólmanum klokkan 17:30. Útflýggjaðir verða ruskposar og handskar á staðnum, har byrjað verður, sum fólk kunnu taka við sær.

Rudda verður kring bygdirnar í áleið tríggjar tímar til klokkan 20:00, tá bygdaráðslimir bjóða “franskar hotdogs” í Hólmanum. Vit vóna at tikið verður væl ímóti.