Ruskplássið

Ruskplássið er opið sum vanligt hesa vikuna :

Týsdag kl 17-19

Hósdag kl 17-19

Leygardag kl 17-19

Burturbeining av leivdunum frá fletting :

 

  • Lat seyðaskinn til góðkenda endurnýtslu — tað dálkar illa at brenna tey.
  • Tøm vemburnar — tað dálkar at brenna fullar vembur.
  • Lat blóð og annað vatn seta frá, áðrenn leivdir frá fletting verða burturbeindar.
  • Lat innvøl og leivdir í plastposar, áðrenn tað verður latið í vanligu bingjurnar.