Ruskplássið stongt hesa vikuna

Ruskplássið í Eiðis kommunu er stongt hesa vikuna. Nærri kunning um upplating kemur seinni.

Í kunningarskrivið til kommunurnar skrivar IRF soleiðis:

Sera nógv burturkast hópaði seg upp tær fýra vikurnar verkfallið vardi. Síðan verkfallið endaði, hava vit sett eyka orku inn og hava raðfest at heinta burturkastið frá húsarhaldum og stovnum, og nú koyrir alt sum vanligt aftur á hesum økjum.

Nógv burturkast er komið inn á endurvinningarplássini kring landið, og hesi eru eisini tømd eina til tvær ferðir seinastu vikuna. Tilvitað hava vit ikki tikið móti burturkasti frá vinnukundum, sum nú hava bíðað í 5 til 6 vikur, og tí er neyðugt at raðfesta hetta nú.

Í løtuni koyrir brennistøðin við fullari ferð alt samdøgrið, men tað ber snøgt sagt ikki til at brenna burturkast frá fýra vikum upp á eina viku. Tí má okkurt bíða eitt sindur og  javnast út yvir tær komandi vikurnar.

Vit heinta tískil ikki burturkast frá endurvinningarplássum kring landið í komandi viku og vilja koma við eini vinaligari áheitan á allar limakommunur um at steingja endurvinningarplássini frá fríggjadegnum 21. juni og fyribils eina viku fram.