Saman rudda vit Føroyar – uppá ein dag.

 

Leygardagin 15. septembur skipar Rudda Føroyar fyri, at Føroyar vera partur av altjóða ruddingardegnum, World Cleanup Day. Málið er at fáa so nógvar føroyingar sum gjørligt at taka lut í ruddingum um alt landið, har ruddað verður so nógv sum gjørligt.

Í felag rudda vit Føroyar uppá ein dag!

Meldið tykkum til her :www.ruddaforoyar.fo– so vit kunnu planleggja ruddingar um alt landið, og kunna tykkum um ruddingar í tykkara øki:

Tørvur er á einstaklingum/húskjum, og feløgum, stovnum og fyritøkum. Allur bati bøtir!

Um øll í tiltakinum melda seg og sítt húski til, so verða vit sera væl mannaði, tá vit fara at rudda Føroyar!

– Luttak í altjóða ruddingardegnum, heimsins størsta ruddingarátaki.
Í 2017 luttóku fleiri enn tvær milliónir fólk úr tilsamans 14 londum í World Cleanup Day!