Samansjóðingardagur hjá EB/Streyma gentum og kvinnum
Týsdagin 30 juni, hevði EB/Streymur ein samansjoðingardag. Talan var um ungdóms liðið og Betri liðið hjá kvinnum. Dagurin varð hildin í Hólmanum. Liðini vandu saman og síðani helt Jóannes Jakobsen, nýggji ungdómsvenjari felagsins, ein fyrilestur, um fótbólt, gleðina við spælinum og um íblástur til fótbóltin. Eisini var ein góður bitið á skránni.
Hetta tiltakið varð skipað av ungdómsnevndini hjá EB/Streymi, sum ein liður í, at samansjóða deildirnar og á tann hátt, fyrireika gentirnar til vaksnamanna fótbólt.
Ungdómsnevndin í EB/Streymi er soleiðis manna:
Lydia Jacobsen, forkvinna
Óli Ejdesgaard, næstformaður
Dia Petersen, kassameistari
Ann-Tóra Láadal, nevndarlimur
Fróði Zachariasen, nevndarlimur og samskipari.