Samstarvsavtala millum Eiðis Kommunu og Reyða Kross

Týsdagin 22. mars varð samstarvsavtala undirskrivað millum Eiðis kommunu og Reyða Kross Føroya, í Hólmahúsinum. Avtalan snýr seg um vitjanartænastuna hjá Reyða Krossi.

Umboð fyri Reyða Kross greiddu frá tænastuni og eftir hetta var avtalan undirskrivað, av Rógva Egilstoft, borgarstjóra og Jóannesi Eidesgaard, formanni í Reyða Krossi Føroya.

Møguleiki var hjá frammøttu áhoyrarunum, at melda seg til tænastuna og longu eru nøkur sum hava tikið av.

Reyði Krossur sigur soleiðis um tænastuna:

At vera vitjanarvinur er sjálvboðið og ólønt arbeiði. Tú vitjar vin tín eina til tvær ferð um vikuna, ella eftir avtalu. Sum vitjanarvinur skalt tú minst vera 18 ár, vera álítandi, vinalig/ur og virða menniskju, sum tey eru.

Um hetta hevur tín áhuga, so ber til at ringja til Annvør Jacobsen ella Tove Kruse Samuelsen á ávikavist tlf. 210270 ella 583384.

Myndasavn