Seinasta byggistig í mentanarhøllini gerast
30. november 2018
Eiðis kommuna samtykti í fíggjarætlanini fyri 2019, at seta pening av til at gera seinasta byggistig í samband mentanarhøllina á Eiði.
Talan er um eitt høli, ið kemur at verða undir hálvtakinum við inngongdina til mentarhøllina. Hølið kemur at vera eitt sokallað forhøli til mentanarhøllina.
Vesiviðurskiftini verða eisini bøtt munandi. Gomlu vesini undir hálvtakinum skulu gerast av nýggjum og verða hesi atkomilig frá hølinum ið skal byggjast.
(myndina eigur Sigmar Mørkøre)