
Setanin av “Skifti 2025”
Skrivað hevur Martin Kristoffur Kristiansen.
Hósdagin 5. juni klokkan 17:00 varð mentanartiltakið “Skifti 2025” sett, við framførslu av Eiðis Ljómfelag, og við røðu frá Jógvani í Skorini, borgarstjóra.
Eiðis Ljómfelag framførdi m.a. “Mítt føðiland”, “Eiði mín heimbygd”, og eisini var ein frumframførsla av einum nýggjum verki nevnt “EB fanfaran eftir Magnus á Stongum”.
Jógvan í Skorini byrjaði sína setanarrøðu við at takka Eiðis Ljómfelag fyri teirra dugnaliga arbeiði og framførslur.
Borgarstjórin vísti á, at uttan undangongufólkini innan list á Eiði, sum Niels Kruse, Óla Egilstrøð og Sigruna Gunnarsdóttir, bar lítið av hesum til.
Eisini vendi hann sær til Ellind og Onnu Sofíu Egilstrøð, fyriskipararnar av tiltakinum, og segði teimum, at nú eru tey undangongufólkini innan list á Eiði, tey eru við til at byggja varðar sum koma at verða standandi í okkara kommunu.
Eftir setanina var møguleiki hjá øllum áhugaum, at síggja listaframsýningina og keypa verk um hugur var til tess.
Skifti 2025 er opið soleiðis:
Fríggjadagin 6. juni frá kl 16 til 20
Leygardagin 7. juni frá kl 16 til 20
Hvítusunnudag 8. juni frá kl 15 til 20
2. Hvítusunnudag 9. juni frá kl 16 til 20
Eiðis kommuna takkar fyriskiparunum fyri tiltakið.