Seyðurin av bønum 14. mai

Frá Hegnsýnisnevndini

 

Sambært hagalógini § 34, eiga hagar í kommununi at hava hegnið í seyðahøgum standi frá 14. mai til 25. oktober.

Somuleiðis eigur lendi innangarðs, har seyður ella annar fenaður gongur, at verða væl innigyrt frá 14. mai til 25. oktober.

Um seyður, gæs, hestar ella annar fenaður gongur leysur innangarðs í omanfyrinevnda tíðarskeiði, eigur at verða sagt frá hesum til ein av okkum.

 

Hegnsýnisnevndin

 

 

Tonny S. Kruse              tlf. 28 95 64
Petur Páll Juul               tlf. 28 74 30
Oddur Ejdesgaard         tlf. 74 04 45