Sigrun Gunnarsdóttir listaframsýning á Eiði

Sigrun Gunnarsdóttir listaframsýning á Eiði

Í samband við at listakvinnan fyri stuttum rundaði tey sjeyti, letur hon upp framsýning í atelieri sínum á Hvítakletsvegi 15, Hvítusunnudag kl. 15.00. Opið verður hendan dagin til kl. 20.00 og opið verður eisini 2. Hvítusunnudag frá kl. 15.00 til kl. 20.00.

Stjórin á Listasavni Føroya, Karina Lykke Grand, setur framsýningina og Martin Joensen luttekur við sangi og tónleiki.

Við íblástri úr føroysku náttúruni, fólkalívinum og ferðum hennara víða, er myndavavið bæði stórt og fjølbroytt.

Framsýningin ber eisini brá av, at Sigrun fyri stuttum gjørdist omma.

40 verk eru við á framsýningini.

Sigrun Gunnarsdóttir hevur útbúgving frá Det Kongelige Danske Kunstakademi 1973-80 og hevur sett djúp spor í tann føroyska listaheimin. Sigrun hevur verið víða um við sínari list. Umframt í Norðanlondum, so hevur hon sýnt fram í m.a. Japan, Kina og USA. Eisini er hon umboðað á listasøvnum.

Eisini hevur hon havt nógvar prýðisuppgávur av almennum bygningum um hendi og arbeiðir í løtuni við stórari prýðisuppgávu til H-bygningin á Landssjúkrahúsinum.

Í løtuni verður heimildarfilmur gjørdur um listakvinnuna.

Norski listfrøðingurin Eva Furseth, sigur m.a.soleiðis um listakvinnuna :

”Eitt tað mest sermerkta føroyska listafólki í okkara tíð er Sigrun Gunnarsdóttir. Myndevnini eru eitt sindur naivistisk í myndamálinum, og litirnir eru dapurt gráligir. Bæði stílurin og tað ógvuliga ørkymlandi huglagið, sum síggjast í verkunum hjá Sigrun, fáa okkum at hugsa um Giorgio de Chirico(1888-1978), italienski undangongumaðurin í surrealismuni og symbolismuni. Og á sama hátt sum í myndunum hjá Chirico, so fata vit uttan hóvasták innihaldið í myndunum hjá Sigrun, men hóma beinanvegin eitt metaforiskt lag, sum talar til tað ótilvitaða. Táið vit hava hugt at hennara myndum, er tær sum brendar inn í sjónina, og vit hava tær við okkum í huganum  langa tíð eftir”

Framsýningin á Hvítakletsvegi er opin til 29. juni 2020

Atlit verður tikið til tilmæli mynduleikans í samband við COV-19 og kunnu 25 vitjandi verða inni samstundis.