Sigrun Gunnarsdóttir

Listakvinnan Sigrun Gunnarsdóttir varð borðin í heim á Eiði, hin 9. mars í 1950.

Sigrun er abbadóttur listamannin Niels Andreas Kruse.
(1871-1953). Kruse hevði fyrstu framsýning sína í Tórshavn, í 1924.

Um 21 ára aldur fór hon til Danmarkar, á tekniskúlan á listasavninum Glyptoteket, í Keypmannahavn. Her var hon í tíðarskeiðnum 1971-73. Eftir hetta gjørdist Sigrun
næmingur á kongaliga listaháskúlanum í Keypmannahavn.

Undir lestrartíðini hevði Sigrun Gunnarsdóttir sínar fyrstu listaframsýningar.
Fyrsta framsýningin hjá Sigruni var í 1975, á Eiði. Í 1980 var Sigrun útbúgvin
á listaháskúlanum. Í dag starvast hon úr starvsstovu sínari, á Hvítaklettsvegi
á Eiði.

Sigrun Gunnarsdóttir hevur eisini fleiri ferðir verið uttanlands við list sínari. Umframt Norðurlond kunnu nevnast framsýningar, sum hava verið í USA, Eysturríki, Japan og Kina. Fyrsta altjóða framsýning hennara var í Japan, á Nagoya University of Art í Nagoya.

Listaverk hjá Sigruni prýða um nógvastaðni í Føroyum. Nevnast kunnu bygdaráðið á Eiði, og býráðini í Klaksvík, Fuglafirði og Tórshavn. List hennara prýður eisini um uttanlands, eitt nú, á listasøvnunum í Àlandi og í Tróndheimi. Eisini eru fleiri av hennara málningum at síggja á Listasavni Føroya.

Í listini hjá Sigruni er menniskjan í miðdeplinum. Við surrealistiskum og naivistiskum sniðið, avmyndar hon náttúru, familju, átrúnað og viðgerð djúp tilveruviðurskifti. Myndevnini hjá Sigrun stava m.a. frá ævintýrum, frá sambandinum millum ættarliðini, úr Grønlandi og úr vælkendum ella persónligum søgum.

Norski Listasøgufrøðingurin Eva Furseth sigur um Sigruna, at ”Hon er eitt tað mest sermerkta føroyska listafólki í nýggjari tíð. Hon málar, við einum heldur naivistiskum sniðið.
Listaháttur hennara minnir um háttin, hjá kenda italska surrealistiska listamanninum, Giorgio Di Chirico.

Eins og í hansara málningum, skilja vit beinanvegin innihaldi í málningunum hjá Sigruni men samstundist kenna vit eina myndarliga víðkan, ið avspeglar tað ótilvitaða. Eftir at hava sæð
málningar hennara, festa teir seg í minni í langa tíð.”

Martin K. Kristiansen

 

Myndasavn