Sjónleikur í Mentanarhøllini

Mikukvøldi 27. apríl verður forkunnugur sjónleikur sýndur í Mentanarhøllini. Talan er um einrøðuleikin “Kom bara inn, eg skal ikki gráta”. Fyriskipararnir siga soleiðis um leikin:

KOM BARA INN, EG SKAL IKKI GRÁTA
Leikrit & leiktjórn: Ria Tórgarð
Sjónleikari: Jógvan Andrias Joensen

Tónleikari: Edvard Nyholm Debess

 

“Í fleiri ártíggju var veruleikin í Føroyum tann, at sjúklingar vórðu sendir til Danmarkar fyri at fáa viðgerð fyri sjúkur.
Høvuðspersónurin í leikinum hevur Calve Perthes, ein mjadnasjúka, ið kann hava við sær, at sjúklingurin fær álvarsligar rørslutrupulleikar, um ikki sjúkan verður viðgjørd alt fyri eitt, tá hon verður uppdagað.
Føroyingar við nevndu sjúku og familjur teirra, hava ivaleyst havt ymsar avbjóðingar. Lítið er granskað á hesum øki, so vit vita lítið um hvørji hjáárin stóðust av at smábørn vóru send burtur.
Talan er um einrøðuleik, sum setir fokus á hetta viðkvæma evnið.
Hugskotið stavar frá Jógvan Andrias Joensen, sum sjálvur fekk staðfest sjúkuna í 1963 – og 3 ára gamal varð sendur á Refsnes í Kalundborg, har hann varð innskrivaður í meir enn 2 ár.”

Sýningin byrjar klokkan 20:00. Atgongumerki kosta 210 krónur og fáðast til keyps við at fylgja hesari leinkju.