Sjúkrarøktarfrøðingur til Heimatænastuna í VEKS

Søkt verður eftir kliniskum sjúkrarøktarfrøðingi til Heimatænatuna í VEKS, at seta skjótast tilber.

Talan er um eitt nýtt og spennandi starv har tú at arbeiðir í toymi saman við sjúkrarøktarfrøðingi,

heilsurøktara, ergoterapeuti og demenssamskipara.

Starvsbrøkur eftir avtalu.

Starvið er í dagvaktum, gerandisdagar.

Tínar arbeiðsuppgávur vera í høvusheitum:

• At veita kliniska sjúkrarøkt (sárskift o.l)
• Gera røktagongdir til bogarar
• Miðla og fylgja upp á røktargongdir
• Palliativa sjúkrarøkt
• Vegleiða og undirvísa starvsfólkum
• Hava samrøður við borgarar og avvarðandi
• Vegleiða lesandi

Førleikar

• Prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
• Góðan telduførleika
• Megnar at hava fleiri bóltar í luftini í senn
• Hevur góð evnir at samskifta
• Megnar at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi
• Koyrikort til persónbil

Vit vænta at tú hevur áhuga at arbeiða og menna teg innan eldraøkið, hevur áhuga at arbeiða við
røktargongdum og hevur áhuga í at viðvirka til at menna røktina til eldri.

Setanar- og lønarviðurskifti

Setanarstaðið er Heimatænastan í VEKS.
Tann, ið settur verður, má tola broytingar í starvinum, og at hetta kann verða umskipað til eisini at fevna um
aðrar uppgávur.
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Umsókn

Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, cv, viðmælum v.m. skal sendast til
veks@veks.fo
ella
Heimatænastan í VEKS
Bakkavegur 59
FO-350 Vestmanna

Freist

Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi
fríggjadagin 23. desembur 2022 kl. 12:00.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til:
• Anniku Torbjarnardóttir, eindarleiðara, á tlf. 793251
• Helfrid Kruse Poulsen, eindarleiðara, á tlf. 793259
Heimatænastan í VEKS er eitt kommunalt samstarv ímillum Vestmanna- Eiðis-, Kvívíkar- og Sunda
Kommunu.
Nærri lýsing av virkseminum sæst á heimasíðu okkara www.veks.fo