Sjúkrarøktarfrøðingur til VEKS
Søkt verður eftir sjúkrarøktarfrøðingi í starvsbrøki 0,8 at seta 1. juli 2018.
Starvsbrøkur kann broytast eftir avtalu við leiðaran. Starvið er í blandaðum vaktum og í miðal 2. hvørt vikuskifti. Góðir møguleikar eru fyri fakligari menning, bæði sum einstaklingur og saman við dugnaligum starvsfelagum. Starvsstaðið er út frá Heiminum á Grønanesi í Vestmanna.
Heimatænastan í VEKS er eitt kommunalt samstarv ímillum Vestmanna- Eiðis-, Kvívíkar- og Sunda Kommunu. Nærri lýsing av virkseminum sæst á heimasíðu okkara www.veks.fo.
Førleikar
• Útbúgving og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
• Jaligan og innovativan hugburð til virksemið og sosiala umhvørvið í síni heild, í tøttum og konstruktivum samstarvi við leiðarar, aðrar fakbólkar og einstaka borgaran.
• Lætt við at samskifta, bæði í bólki og við hvønn einstakan.
• Hug til at halda teg dagførdan viðvíkjandi øllum innan- og uttanhýsis viðurskiftum, sum hava ávirkan á dagliga starvið.
• Telduførleika á brúkarastøði.
• Koyrikort til persónbil.
Vit kunnu bjóða
• Dynamiskt og fjølbroytt starv
• Dugnaligar starvsfelagar
• Jaligt og vinarligt arbeiðsumhvørvi
• Skipaða innleiðslu
Setanar- og lønarviðurskifti
Setanarstaðið er Heimatænastan í VEKS. Tann, ið settur verður, má tola broytingar í starvinum, og at hetta kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur. Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið/KAF og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.
Umsókn
Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, cv, viðmælum v.m. skal sendast til veks@veks.fo ella til
Heimatænastan í VEKS
Bakkavegur 59
FO-350 Vestmanna
Freist
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mikudagin 20.06.2018. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Miu Pedersen, leiðara, á tlf. 793231.