Skalt tú skipa ungdómsarbeiðið í Eiðis kommunu?

Eiðis kommuna søkir við hesum eftir tveimum fólkum at skipa ungdómsarbeiðið í kommununi, at byrja skjótast gjørligt. Talan er um tíðaravmarka starv til 01.mai.2020

 

Arbeiðsuppgávur:

Skipa ungdómsarbeiðið í Eiðis kommunu.

Vera saman við teimum ungu tvey kvøld um vikuna. (Dagar, klokkutíð og aldursbólkur verður avgjørt í samráð við tey settu.)

Stað: Hólmahúsið, undir sitiplássunum. (Tó kunnu hini kommunalu hølini eisini brúkast eftir avtalu t.e. Mentanarhøll, ítróttarhøll, tónleikahølir o.sfr.)

 

Førleikar:

Tann, ið settur verður, skal:

·         Skal hava skapandi evnir.

·         Hava árræði.

·         Hava hug at arbeiða við ungum.

·         Kunna arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum.

 

Løn:

Størvini eru brøkur 0,2 um vikuna. Løn sambært avtalu.

 

Upplýsingar og umsókn:

Nærri upplýsingar kunnu fáast við at venda sær til borgarstjóran Jógvan í Skorini á tlf: 740400

Umsókn við avritum av møguligum prógvum og ummælum skulu vera kommununi í hendi í seinasta lagi 20.11.2019.

Bygdaráðið tilskilar sær rætt til frítt at velja millum umsøkjararnar ella ongan at taka.

 

Eiðis kommuna

Brekkuvegur 37

470 Eiði