SKIFTI 2023: Mistela og hennara íblástur á Eiði

Hóskvøldið 16. november klokkan 18 til sunnukvøldið 19. november klokkan 18 verður Kolshøll á Eiði karmur um nakað av tí, ið mentanarlívið og listafólk við tilknýti til Eiðis, kunnu vísa fram.

Ein framsýning er allar dagarnar við málningum og list hjá Sigrun Gunnarsdóttir, Ellindi Egilstrøð og Onnu Sofíu Egilstrøð.

 

Harafturat verður ein installatión, við íblástri frá Elizabeth Taylor.

Opið er soleiðis:

Hóskvøldið 16. november frá kl. 18 til 22.

Fríggjadagin 17. november frá kl. 14 til 22.

Leygardagin 18. november frá kl. 12 til 20.

Sunnudagin 19. november frá kl. 14 til 18.

Skráin fyri tiltakið:

Hóskvøldið 16.november kl. 19 setir Annsy Høghamar, borgarstjóri tiltakið og Lis Mortensen greiðir frá um Elizabeth Taylor. Anna Katrin Øssursdóttir Egilstrøð framførður. Aftaná verður filmurin Heartist um Sigrun Gunnarsdóttir sýndur fram.

Fríggjakvøldið 17. november kl. 20 er tað Dansifelagið á Látrinum, ið greiðir frá um føroyskan dans á Eiði, og farið verður uppá gólv.

Leygardagin 18. november kl. 10 er borgaraverkstova um mentan og list á Eiði, og kl. 14 spælir Eiðis Ljómfelag. Klokkan 20:00 er konsert við Marjun Wolles. Kostnaður fyri konsertina er 150 krónur.

Atgongumerki kann keypast her

Framsýningin og installatiónin er allar dagarnar, tá opið er, og tað ber til at fáa ein kaffimun og bert sita og njóta løtuna í Kolshøll.

Fyriskiparar av tiltakinum eru Anna Sofía og Ellindur Egilstrøð.

Øll tiltøk eru ókeypis uttan konsertin við Marjun Wolles.