Skifti 2025 kunning og skrá

Mentunartiltakið Skifti 2025, verður sett í Kolshøll hósdagin grundlógardag 5. juni kl 17 og verður til til mánadagin 9. juni 2025.

Fyriskipararnir skrivað:

Jógvan í Skorini, borgarstjóri, setur tiltakið hósdagin 5. juni kl 17 og Eiðis Ljómfelag spælir.

Fríggjakvøldið 6. juni kl 19 er tað Dansifelagið á Látrinum, ið skipar fyri. Tá verða hugleiðingar um Ungmannafelagið Glottan á Eiði og um bókasavnið á Skúlaloftinum, ið seinni var í Bláapakkhúsi.

Í 1920-unum skrivaði Jóhan Kallsoy eina grein um føroyska dansin. Hendan greinin verður lýst við nútíðar eygum. Enda verður við at fara upp á gólv við lættari og vælkendum kvæðum.

Ein framsýning verður allar dagarnar, ið systkini Anna Sofía og Ellindur Egilstrøð standa fyri, við leirlutum, málningum, collagum og ein installatión.

Sigrun Gunnarsdóttir luttekur eisini við málningum.

Opið er soleiðis:

Hósdagin 5. juni frá kl 16 til 20

Fríggjadagin 6. juni frá kl 16 til 20

Leygardagin 7. juni frá kl 16 til 20

Hvítusunnudag 8. juni frá kl 15 til 20

2. Hvítusunnudag 9. juni frá kl 16 til 20