Skrá fyri ruddingardagin
1. juni 2022
Afturvendandi ruddingardagurin verður leygardagin 4. juni. Byrjað verður við morgunmati í Hólmahúsinum klokkan 09.30.
Eftir morgunmatin verður farið at ruddað. Sum nakað nýtt, er eisini møguligt at hjálpa til at umvæla 2 gøtur. Talan er um gøtur, sum verða nógv brúktar í gerandisdegnum m.a. av skúlabørnum. (Sí myndir niðanfyri). Vónandi verður tikið væl ímóti hesum tiltaki.
Klokkan 16 verður grillað í Hólmanum. Pylsur og breyð vera at fáa. Sunkist verður til børnini. Eisini verður ruskplássið opið frá klokkan 12.00 – 19.00.