Skriv í samband við fyribyrging av dálking frá oljutangum
2. november 2022
Sambært kunngerð nr. 124 frá 11. september 2018 um at fyribyrgja dálking frá oljutangum, sum hevur heimild í umhvørvisverndarlógini, skulu allir oljutangar skrásetast.
Hendan uppgávan fellir til kommunalu mynduleikar landsins, og skrásetanin av oljutangum í Eiðis kommunu hevur gingið væl, men enn eru tað onkrir tangar sum mangla.
Í hesum sambandi er eitt spurnarskjal gjørt. hetta fyri, at gera tað lættari hjá borgarum, at veita upplýsningar hesum viðvíkjandi. Spurnarskjalið finna tit her.