Skrivstovunæmingur til Eiðis kommunu

Vit søkja eftir skrivstovunæmingi til umsitingina hjá Eiðis kommunu. Talan er um eina yrkisútbúgving innan almenna fyrisiting.

Yrkisútbúgvingin

Útbúgvingin er fjøltáttað og fevnir um ein yrkisligan part og ein ástøðiligan part. Lærutíðin er vanliga tvey ár og skiftir ímillum starvsvenjing og skúlagongd. Longdin av lærutíðini er tengd at tíni útbúgvingarbakgrund.

Skúlagongdin fevnir um fýra tíðarskeið í Danmark í 13-15 vikur, har tú kanst velja ímillum tríggjar ymsar skúlar. Tú kanst lesa meira um skúlagongdina og skúlarnar á heimasíðuni hjá Yrkisdeplinum.

Les alla starvslýsingina her.