Skúlakonsert – Myndir og frásøgn
Skrivað hevur Martin Kristoffur Kristiansen.
Mikumorgunin var skúlakonsert á skránni í Mentanarhøllini á Eiði. Tað var Norðljómur sum skipaði fyri framførðsluni, nú tey fara á ferð kring skúlar í Sundalagnum. Tá ið klokkan var vorðin um tíggju minuttir í ellivu, tustu næmingarnir inn í høllina.
Orkestrið spældi nøkur løg og so hvørt sum nýggj ljóðføri vóru tikin í nýstlu, vóru tey víst fram og greitt varð frá hvussu tey ljóða. Umframt framførslur hjá sjálvum orkestrinum, vóru eisini klaver solistar.
Áðrenn orkestrið spældi ” Love Me Tender” hjá Elvis Presley, spurdi eitt starvsfólk hjá Norðljómi, um nakar av lærarunum kendi henda sang og helt skemtiliga fyri, at tey sum kendu hann, vóru helst farin uppum tey sjeyti.
Klaverleikararnir spældu alt frá ”London Bridge Is Falling Down” Til tað heilt kenda “Für Elise” hjá Beethoven. At enda varð boða fjøldini frá, at Norðljómur hevur fyri eyga, at fáa fleiri næmingar lagdar afturat tónleikaskúlanum komandi summar. Konsertin vardi áleið 40 minuttir, og var sera væl frágingin. Næsta framførsla hjá Norðljómi verður í Kollafirði.