Søgan hjá Svanareiðrinum

Á sumri í 2017 fóru fýra Eiðismenn Á G! Festival, við hugskotinum um at skipa eina nýggja festival legu. Fyrst á skránni, var at finna eitt navn til hesa legu, og eftir eina tíð varð navnið “ Svanareiðrið”
skotið upp. Hetta tí, at svanarnir á Eiði, høvdu fingið nógv uppmerksemi í føroysku fjølmiðlunum,
um hetta mundi. Hetta navnið varð við til, at geva Eiðisleguni serligt uppmerksemi. Teir fýra mennirnir við einum telti, høvdu nú givið startskotið til Svanareiðrið.

Árið eftir vóru Eiðismenn aftur, og hesaferð vóru teir áleið 12 mans og teir høvdu blusir við búmerkið av einum svana framman á blusuni. Eisini høvdu teir eitt nýtt vakurt leguskelti við.

Aftaná festivalin í 2018, varð skotið upp at ein nevnd skuldi skipast. Hetta fyri at geva Svanareiðrinum møguleikar, at fáa meiri burturúr hesum nýskapaða felagnum. Avgjørt varð at limagjald skuldi setast.
Fyrsta nevndin varð skipa soleiðis; Formaður var Sigmundur Ellingsgaard, kassameistari, Tummas Napoleon Eidesgaard og 3 nevndarlimir; Òli Højsted, Tórur Fløtt og Pól Sigurð Kristiansen.

Nú kom veruligt ferð á virksemi hjá Svanareiðrinum. Á Heystfagnaðinum hetta árið, settu teir sær fyri
at keypa stóra veðrin, ið var á uppboðssølu. Fólk gjørdust spent tá ið upphæddin vaks so líðandi, og til endans var upphæddin 16,500 krónir. Tað varð Svanareiðrið, ið fingu hendan mikla veðrin.
Fríggjakvøldi 20 december, var stórt gildi á skránni har veðrurin var etin, og navnframi Sámal Ravnsfjall framførdi síni kendu løg afturvið borðhaldinum.

Árið eftir skipaði Svanareiðrið fyri føstulávintshaldi í EB Húsinum. Hetta fangaðist bygdafólki um,
og Sama árið skipaðu teir eisini fyri nýggjarshaldinum.

So kom summari aftur og við tí var G! á skránni. À hesum sinnið, høvdu menn gjørt avbera nógv burturúr. Bygdur var ein flytbarður svanur úr træði, og innan í honum var ein stórur hátalari festur,
soleiðis at Eiðismenn hoyrdust um alla Gøtuvág.

Teir vóru 21 mans í tali og høvdu nýggjar blusur við vakra nýggja búðmerkinum á ið varð tekna av Janu Hansen. Eisini fingu teir stuðul frá bæði Okkara og Føroya Bjór til leskandi drykkjuvørður.

Hesuferð gjørdi Svanareiðrið ikki mætari enn at vinna heiti, sum ársins lega. Vinningurin
var 10 telt atgongumerkið, og eisini sleppa teir, á komandi G! Festival ein dag áðrenn øll onnur, við tí endamálið at komandi festivalurin skal verða “ Uppaftur størri og villari” sum eitt umboð málbarð seg.

Núverandi nevndin er hendan: Formaður, Tórur Fløtt, kassameistari er Tummas Napoleon Eidesgaard og nevndarlimir eru Otto Kruse, Òli Højsted og Andras Thomsen.

Frá byrjanini við 4 monnum á einum tónleika festivali við einum hugskoti, og til ein fullfíggjaðan limabólk. Sigast má, at Svanareiðrið hevur ikki bara gjørt um seg á G! Festivalinum.
Eisini hava teir spælt stóran leiklut í, at skapa samanhald og trivna í Eiðis kommunu, við teimum tiltøkum teir hava fyriskipa.

Martin Kristoffur Kristiansen

Myndasavn