Søkt verður eftir arbeiðsfólki
Eiðis kommuna søkir við hesum eftir arbeiðsfólki at byrja skjótast gjørligt.
Arbeiðsuppgávur:
Arbeiðsuppgávurnar eru at taka sær av dagliga arbeiðnum í kommununi m.a. kloak, vatn og vegir.
Førleiki:
Tann, ið settur verður, skal:
· Kunna arbeiða skiftandi arbeiðstíðir
· Kunna arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum
· Hava koyrikort
· Helst hava arbeiðsroyndir
Fyrimunur er, um arbeiðsroyndirnar samsvara teimum arbeiðsuppgávum, ið starvið inniber.
Løn:
Løn sambært avtalu.
Upplýsingar og umsókn:
Nærri upplýsingar kunnu fáast við at venda sær til borgarstjóran Rógva Egilstoft á tlf: 740400
Umsókn við avritum av møguligum prógvum og ummælum skulu vera kommununi í hendi í seinasta lagi hósdagin 11.02.2021.
Kommunan tilskilar sær rætt til frítt at velja millum umsøkjararnar ella ongan at taka.
Eiðis kommuna
Brekkuvegur 37
470 Eiði
Tpost: eidi@eidi.fo