Søkt verður eftir arbeiðsfólki
Eiðis kommuna søkir við hesum eftir tveimum arbeiðsfólkum at arbeiða fulla tíð, at byrja skjótast gjørligt. Talan er um:
· Eitt fast mánaðarlønt starv
· Eitt tímalønt tíðaravmarkað starv til ultimo september.
Arbeiðsuppgávur:
Arbeiðsuppgávurnar eru at taka sær av dagliga arbeiðnum í kommununi m.a. kloak, vatn, vegir, timburarbeiði o.a..
Tey settu skulu kunna arbeiða skiftandi tíðir og gera ymiskt annað fyrifallandi arbeiði. Tey settu skulu eisini kunna arbeiða saman við húsavørðum og øðrum starvsfólki hjá kommununi.
Arbeiðsfólkini vísa til borgarstjóran sum stýrir arbeiðsuppgávunum í kommununi.
Førleiki:
Tann, ið settur verður, skal:
· Kunna arbeiða skiftandi arbeiðstíðir.
· Kunna arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum.
· Hava koyrikort.
· Helst hava arbeiðsroyndir.
Fyrimunur er, um arbeiðsroyndirnar samsvara teimum arbeiðsuppgávum, ið starvið inniber.
Løn:
Løn sambært avtalu.
Upplýsingar og umsókn:
Nærri upplýsingar kunnu fáast við at venda sær til borgarstjóran Jógvan í Skorini á tlf: 740400
Umsókn við avritum av møguligum prógvum og ummælum skulu vera kommununi í hendi í seinasta lagi mikudagin 12.06.2019.
Kommunan tilskilar sær rætt til frítt at velja millum umsøkjararnar ella ongan at taka.
Eiðis kommuna
Brekkuvegur 37
470 Eiði
tpost: eidi@eidi.fo