Søkt verður eftir hjálparfólki til Eiðis skúla

Arbeiðsuppgáva:

Í tøttum samstarvi við lærarar, leiðslu, foreldur og Sernám arbeiða sum stuðul hjá næmingi við serligum
avbjóðingum.

Arbeiðstíð:

Starvið verður sett í tíðarskeiðnum 3. januar 2023 til 20. juni 2023. Kunning um arbeiðstíð fæst við at venda
sær til fyrstalæraran.

Endamál:

Endamálið er at stuðla næmingin í at skapa góðar og aldurssvarandi relatiónir við floksfelagar, aðrar
næmingar og starvsfólk skúlans. Hetta verður gjørt í einum greiðum, fjølbroyttum og skipaðum skúladegi.

Førleikakrøv:

Tað er ein fyrimunur, um umsøkjari hevur viðkomandi arbeiðsroyndir t.d. frá forskúla,skúla ella
frítíðarskúla.
Barnaváttan verður kravd frá tí, ið settur verður.

Løn:

Starvið verður lønt samb. sáttmálanum hjá Pedagogfelagnum. Hjálparfólk verða flokkað í lønarflokkunum 3-
9. Setanarbrøkur uml. 0,43.

Umsóknarfreist:

Umsóknir skulu verða fyrstalæraranum í hendi í seinasta lagi hósdagin 8. desembur kl.12.00. Kunnu sendast
til tom.joensen@skulin.fo ella til Eiðis skúli, Kolsvegur 8, 470 Eiði
Meira kann fáast at vita um starvið frá fyrstalæraranum Tom Joensen á tel. 740470

Eiðis skúli
Kolsvegur 8
470 Eiði
Les meira um okkum á www.eidisskuli.fo