
Sonja Schneider sett í starv
3. mai 2021
Eiðis kommuna hevur sett Sonju Schneider sum fríðkanarkvinnu.
Talan er um hálvtíðarstarv, har hon hevur til uppgávu at viðlíkahalda og fríðka um grønu økini í kommununi.
Fyrsti starvdagur er mánadagin 3. mai.
Sonja hevur áður arbeitt sum kommunal fríðkanarkvinna í Kvívíkar kommunu.
Eiðis kommuna vil við hesum ynskja Sonju til lukku við nýggja starvinum.