
Spæliplássið við skúlan dagført
17. august 2023
Seinastu dagarnar hevur strikivaktin verið til arbeiðis á Eiði og løgdu teir eisini leiðina framvið skúlan, har teir dagførdu spæliplássið, soleiðis at tað nú er lagamanni hjá børnunum at spæla. Nú ber til hjá børnunum at m.a. spæla ludo, lækka paradís og eisini at telva. Vónin er, at hetta stimbrar áhuga og menning hjá børnunum.