Spennandi miðsummartiltak á Mølini á Eiði

Komandi vikuskifti verður eitt brak av einum tiltaki á Mølini á Eiði.

Tiltakið byrjar longsta dag, fríggjadagin 21.06 kl. 19:00 við einum báli og borgarstjórin heldur røðu. Eftir røðuna verður felagssangur á skránni, har vit syngja góðar gamlar felagssangir.

Kl. 21.00 hava fólk møguleika at ganga niðan á Slættaratind, tí tá koyrir ókeypis bussur av Mølini og niðan á Skarðið.

Tiltakið er ókeypis. Kaffi og køkur vera til keyps.

Leygarkvøldið spæla Hallur Joensen og Sámal Ravnsfjall. Tiltakið leygarkvøldið byrjar kl. 20.00. Kaffi og køkur vera eisini til keyps leygarkvøldið. Tónleikur verður helst á skránni til seint leygarkvøldið.

Tiltakið er eitt samstarv millum Eiði kamping og Eiðis kommunu.

Øll eru hjartaliga vælkomin.