
Spírin søkir námsfrøðingar
5. mai 2026
Dámar tær at vera úti í náttúruni saman við børnum? Ynskir tú at arbeiða í einum góðum og mennandi arbeiðsumhvørvi saman við dugnaligum starvsfelagum? Hevur tú hug at hava ávirkan á títt dagliga arbeiði og fáa góða tíð til fyrireiking?
So er eitt starv á Eiði kanska júst nakað fyri teg.
Frítíðarstovnurin á Eiði søkir eftir
• Tveimum námsfrøðingum 20 tímar um vikuna
•Einum námsfrøðingi í tíðaravmarka starv 30 tímar um vikuna, frá aug/sep 2026 til aug/sep 2027
Harumframt er møguleiki at fáa tímar í kvøldvirkseminum fyri ung.

