Staðarnøvn tøk á almenna kortinum yvir Eiðis kommunu

Í eina tíð hevur staðarnavnanevndin hjá Eiðis kommunu arbeitt miðvíst við at skráseta og talgilda staðarnøvn. Arbeiðið er nú komi so mikið langt, at tey skrásettu nøvnini eru almannakunngjørd  og kunnu síggjast á almenna kortinum yvir Eiðis kommunu. Í fyrstu syftu er talan um Kollin, nakað av bygdini, fjøruni og økið Niðri á Vatni. Kortið verður dagført so hvørt sum fleiri staðarnøvn leggjast afturat.

 

Møguligar viðmerkingar til nøvnini kunnu sendast til stadarnavn@eidi.fo.