Starv innan ungdómsarbeiði – ENDURLÝSING
Við tað at ov fáar umsóknir vóru til størvini, søkir Eiðis kommuna við hesum, enn einaferð, eftir tveimum fólkum at skipa ungdómsarbeiðið í kommununi, at byrja skjótast gjørligt. Talan er um tíðaravmarkað starv til 01.mai.2020
Arbeiðsuppgávur:
Skipa ungdómsarbeiðið í Eiðis kommunu.
Vera saman við teimum ungu tvey kvøld um vikuna. (Dagar, klokkutíð og aldursbólkur verður avgjørt í samráð við tey settu.)
Stað: Hólmahúsið, undir sitiplássunum. (Tó kunnu hini kommunalu hølini eisini brúkast eftir avtalu t.e. Mentanarhøll, ítróttarhøll, tónleikahølir o.sfr.)
Førleikar:
Tann, ið settur verður, skal:
· Skal hava skapandi evnir.
· Hava árræði.
· Hava hug at arbeiða við ungum.
· Kunna arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum.
Løn:
Størvini eru brøkur 0,2 – 0,3 um vikuna. Løn sambært avtalu.
Upplýsingar og umsókn:
Nærri upplýsingar kunnu fáast við at venda sær til borgarstjóran Jógvan í Skorini á tlf: 740400
Umsókn við avritum av møguligum prógvum og ummælum skulu vera kommununi í hendi í seinasta lagi á middegi 19.12.2019.
Bygdaráðið tilskilar sær rætt til frítt at velja millum umsøkjararnar ella ongan at seta.
Eiðis kommuna
Brekkuvegur 37
470 Eiði