Starvsfólk til Korndalsgarð

Starvsfólk til Korndalsgarð .

 

Við hesum verður søkt eftir námsfrøðingi til dagstovnin Korndalsgarð.

 

Søkt verður eftir námsfrøðingi til Korndalsgarð á Eiði. Talan er um eitt starv  á 30 tímar. Starvsbyrjan er skjótast gjørligt.

 

Í Korndalsgarði arbeiða vit m.a. við at stimbra barnsins motorisku førleikar, bæði inni á stovninum, og úti í náttúruni í nærumhvørvinum, ið vit nýta nógv. Vit leggja stóran dent á nærveru, frítt spæl og at síggja børnini har, ið tey eru. Í Korndalsgarði ganga 45 børn, og stovnurin er samansettur av tveimum vøggustovum og tveimum barnagarðsstovum.

 

Vit vænta at umsøkjarin:

– er álítandi og samstarvshugaður.
– er nærløgd/nærlagdur.
– er nærverandi.
– megnar at halda fokus á børnini.
– torir at ávirka og taka ábyrgd.

– kann laga seg til arbeiði á stovninum.

Um námsfrøðingur ikki søkir, so kann hjálparfólk verða sett í tíðaravmarkað starv.

 

Meiri fæst at vita um starvið við, at venda sær til Hildur Kruse Sørensen, leiðara, á tel 740410.

 

Umsókn við prógvum, og møguligum viðmælum, skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 30. aug. 2020 og skal sendast til korndalsgardur@eidi.fo.