Starvsfólk til Korndalsgarð

Við hesum verður søkt eftir starvsfólki til dagstovnin Korndalsgarð á Eiði.

 

Vegna økta normering í 2020, verður søkt eftir starvsfólkið til tíðaravmarkað starv í barnagarðsstovunum í Korndalsgarði. Starvið er 23 tímar um vikuna, og er talan um tíðaravmarkað starv frá 1. feb. 2020 – 10. juli 2020.

 

Í Korndalsgarði arbeiða vit m.a. við at stimbra barnsins motorisku førleikar, bæði inni á stovninum, men eisini úti í náttúruni í okkara nærumhvørvið. Vit leggja stóran dent á nærveru og at síggja børnini har, ið tey eru.

 

Vit vænta at umsøkjarin:

– er jaligur.
– lagar seg til arbeiðsviðurskiftini á stovninum.
– er nærløgd/nærlagdur.
– nærverandi.
– megnar at halda fokus á børnini.
– torir at ávirka.

– tímir at vera úti við børnunum.

Í Korndalsgarði ganga 50 børn, og stovnurin er samansettur av tveimum vøggustovum og tveimum barnagarðsstovum.

 

Eru spurningar ella ivamál, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við leiðaran, Hildur Kruse Sørensen, á tel 740410 ella á t-post korndalsgardur@eidi.fo.

 

Umsókn við prógvum, og møguligum viðmælum, skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 16. jan. 2020 og kann sendast til eidi@eidi.fo ella til Eiðis Kommunu, Brekkuvegur 37, 470 Eiði.