Starvslýsing frá Heimatænastuni hjá VEKS

 

Vit sóknast eftir einum ágrýtnum, jaligum og hugskotsríkum ergoterapeuti til Heimatænastuna í VEKS.

Starvsbrøkur 1,0 og byrjunardagur eftir nærri avtalu.

Tilvísing

Starvið hevur tilvísing til eindarleiðararnar í økinum.

Førleikakrøv

·         Útbúgving og góðkenning sum ergoterapeutur.

·         Góð samstarvs- og samskiftisevni.

·         Vilja og evni at virka í einum tvørfakligum toymi.

·         Evnir at arbeiða sjálvstøðugt.

·         Hava lætt við at samskifta, bæði í bólki og við hvønn einstakan.

·         Telduførleika á brúkarastøði.

·         Koyrikort til persónbil.

Arbeiðsuppgávur

·         Skipa og útinna fyribyrgjandi venjingar,  endurvenjingar v.m. bæði í bólkum og hjá tí einstaka borgaranum.

·         Vera við til at menna strategisk, faklig og praktisk viðurskiftir innan tað terapeutiska økið.

·         At stuðla undir, at eldri borgarar varðveita, menna ella endurvinna sínar virkisførleikar.

·         Heilsufremjandi og sjúkufyribyrgjandi venjingar og onnur átøk fyri eldri borgarar.

·         Undirvísa og ráðgeva starvsfólkum, borgarum og avvarðandi.

Vit kunnu bjóða

·         Góðar umstøður og fjølbroyttar avbjóðingar, har tú fært møguleika at seta tín dám á, og verða partur av framhaldandi menning av tilboðum og tænastum.

·         Dugnaligar starvsfelagar

 

Setanar- og lønarviðurskifti

Setanarstaðið er Heimatænastan í VEKS. Arbeitt verður á Røktarheiminum á Mørkini í Streymnesi og á Korndalsbýllinum á Eiði. Arbeiðið umfatar eisini ergoterapi til heimabúgvandi borgarar í Sunda- og Eiðis Kommunu.

Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Ergoterapeutfelagið.

Umsókn

Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, lívsrensli (CV), viðmælum v.m. skal sendast til

veks@veks.fo   

ella

Heimatænastan í VEKS
Bakkavegur 59 
350 Vestmanna

Freist

Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi týsdagin 25. mai 2021 kl. 12:00.

Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til eindarleiðararnar í økinum:

Anniku Torbjarnardóttir á tlf. 793251 ella teldupost annikat@veks.fo

Helfrid Kruse Poulsen á tlf. 793259 ella teldupost helfridp@veks.fo